Treytir
Limahald
Tað er eingin binding í okkara PBS limahaldi. Men tá tú ynskir at strika limahaldið, skal hetta gerast skrivliga til burn@burn.fo og áðrenn tann 15. í mánaðinum fyri.
Dømi: Um tú ynskir at strika títt hald tann 1. februar, skal uppsøgnin vera inni áðrenn tann 15. januar. Kemur uppsøgnin eftir tann 15., verður hon ikki virkin fyrr enn næsta mánað.
Eitt PBS limahald er ætlað sum eitt langtíðarhald. Um haldið verður steðgað innan 3 mánaðir, verður tað roknað sum eitt vanligt kontant-limahald, og Burn tilskilar sær rætt til at krevja munin.
- Frá 0-7 vikur verður roknað eftir 1 mánaðar limahaldi.
- Frá 7-12 vikur verður roknað eftir 3 mánaða limahaldi.
Pausa limahald
Tað er ókeypis at seta haldið á pausu í styttri tíðarskeið. Ynski um pausu skal fráboðast skrivliga á burn@burn.fo.
- Limahald í 3 ella 6 mánaðir kunnu setast á pausu í mesta lagi 4 vikur tilsamans, tó í minsta lagi 1 viku í senn.
- Árshald ella PBS hald kunnu setast á pausu í mesta lagi 3 mánaðir tilsamans, tó í minsta lagi 1 viku í senn.
- Útisetahald, útirásahald og 1 mánaðar hald kunnu ikki setast á pausu.
Burn viðgerð bert skrivligar uppsagnir og pausur. Tískil verður peningur ikki afturgoldin í sambandi við misskiljingar við munnligum fráboðanum.
Limir undir 16 ár
Fyri limir undir 16 ár, sum ynskja at tekna PBS hald, krevst samtykki frá foreldri ella verja. Samtykki skal gevast skrivliga í móttøkuni í Burn Fitness, áðrenn haldið verður teknað.
Søla og bílegging
Burn.fo er nethandilin hjá Burn Fitness. Á burn.fo kanst tú stovna venjingarhald og keypa útgerð, klæðir, orkudrykkir og aðrar vørur.
Tú kanst avgreiða keyp av vørum og tænastum alt fyri eitt ella velja afturvendandi veiting. Prísurin á vørum og tænastum er upplýstur undir hvørjari vøru ella tænastu. Í summum førum verður eitt avgreiðslugjald lagt afturat prísinum; hetta verður upplýst, áðrenn bíleggingin fer ígjøgnum.
Goldið verður við gjaldskorti ella kontonummari á burn.fo. Er veitingin afturvendandi, verður goldið hvørja ferð nýggj veiting fer fram sambært avtaluni.
Afturvendandi avtalur kunnu sigast upp við freist á tvær vikur áðrenn tann 15. í hvørjum mánaða. Hetta verður gjørt við at senda teldupost til burn@burn.fo.
Kvittan fyri keyp ella bílegging verður send á ta teldupostadressu, sum kundin upplýsir. Í sambandi við afturvendandi veiting verður kvittan send so hvørt, sum veitingin fer fram.