Dátuvernd
Persónsdátapolitikkur
Endamálið við hesum politikki er at upplýsa kundum, hvørjar upplýsingar vit innheinta og viðgera í sambandi við kundaviðurskifti.
Hendan kunningin lýsir, hvussu P/F Burn verjir tínar persónsupplýsingar og tíni lógfestu rættindi. Sum liður í handilsrakstrinum skráseta og brúka vit upplýsingar um teg. Øll viðgerð av persónsupplýsingum verður gjørd í trúnaði sambært galdandi lóggávu um persónligar upplýsingar.
Hví brúka vit tínar upplýsingar?
Vit skráseta og brúka tínar upplýsingar fyri at halda tær avtalur, ið eru gjørdar við teg, undir hesum avtalur um keyp av vørum og tænastum.
- Tá tú hevur gjørt ella umhugsar at gera avtalu við okkum um tænastur ella eina vøru.
- Tá tú hevur givið samtykki til, at vit kunnu brúka tínar upplýsingar til eitt ávíst endamál.
- Tá vit hava løgfrøðiliga heimild til tað, til dømis sambært skattalógini, bókhaldslógini, betalingslógini og dátuverndarlógini.
Vit skráseta og brúka eisini tínar upplýsingar í sambandi við marknaðarføring og annað tænastuvirksemi, undir hesum kundatænastu, fyrisiting, menning av vørubólkum, tænastum, skipanum og handlum, eyðmerking og góðkenning av kundum og fyri at liva upp til lógarásett krøv.
Hvørjar upplýsingar?
Vit heinta upplýsingar beinleiðis frá tær ella við at eygleiða tína atferð, tá tú til dømis fyllir út frymlar í sambandi við bílegging, brúkar heimasíðu, appir og tænastur hjá okkum ella luttekur í kundakanningum og átøkum.
Vit skráseta og brúka ymisk sløg av persónsupplýsingum alt eftir, hvørjar tænastur ella vørur tú bíleggur ella ert áhugað/-ur í. Hetta kann til dømis vera navn, telefonnummar, teldupostadressa, bústaður og upplýsingar um tær tænastur og vørur, tú umbiður.
Farspor
Tá tú vitjar burn.fo, brúka vit farspor-tøkni at kenna tína teldu, telefon, teldil o.tíl. aftur. Á henda hátt kunnu vit veita tær eina betri persónliga tænastu og miðvísa okkara marknaðarføring. Farspor kunnu eisini innheinta persónsupplýsingar, so sum IP-adressu og vanar á alnótini.
Heimild og goymsla
Viðgerðin av tínum persónsupplýsingum krevur, at vit hava heimild til tess. Heimildin kann vera neyðug fyri at halda avtalu við teg, fyri at lúka rættarliga skyldu okkara ella tí tú hevur givið samtykki.
Vit goyma tínar upplýsingar so leingi, tað er neyðugt til tað endamál, upplýsingarnar eru skrásettar og brúktar til. Hevur tú keypt eina vøru ella tænastu frá okkum, goyma vit upplýsingarnar í fimm ár fyri at liva upp til okkara skyldu sambært bókhaldslógini. Hevur tú teknað hald av tíðindabrævinum, verða upplýsingarnar goymdar til tú meldar haldið frá.
Triðipartar
Vit kunnu skráseta og brúka upplýsingar frá triðjaparti, til dømis frá peningastovnum og gjalds- og tænastuveitarum, tá tú brúkar gjaldskort ella aðrar gjaldstænastur.
Í summum førum lata vit triðipartum tínar upplýsingar, til dømis almennum stovnum, har hetta er álagt okkum, ella samstarvsfeløgum og dátaviðgerum, tá vit hava títt samtykki ella lógfestan rætt til tess. Vit tryggja, at tíni rættindi eru vard, og at trygdin verður varðveitt.
Tíni rættindi
Tú kanst fáa innlit í tær upplýsingar, vit hava goymt og skrásett um teg, undir hesum hvaðani tær stava, hvat tær verða brúktar til, hvussu leingi vit goyma tær og hvør móttekur upplýsingarnar, um tær verða latnar víðari.
Tú hevur til eina og hvørja tíð rætt til at taka samtykki aftur. Í summum førum hevur tú rætt at mótmæla viðgerðini av tínum persónsupplýsingum og sýta fyri, at tær verða brúktar. Eru upplýsingar skeivar, ófullfíggjaðar ella týdningarleysar, hevur tú rætt til at fáa tær rættaðar ella strikaðar, um eingin onnur lóg forðar fyri tí.
Samband
Hevur tú spurningar viðvíkjandi tínum rættindum, og hvussu vit skráseta og brúka tínar persónsupplýsingar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Teldupostur: datuvernd@sms.fo
Tinghúsvegur 47
Postboks 1059
110 Tórshavn
Tlf.: +298 299900